Fótbóltssamband Føroya
Grikkar settu seg á dystin nærum beinanvegin, og tá avtornaði vann Grikkaland 4-0 á Djúpumýru í Klaksvík týsdagin.
– Vit eru vónbrotnir av dystinum í kvøld. Hetta var vánaligasta avrikið hjá okkum í hesari undankappingini, og tí endaði at tað við einum greiðum tapi. Nógv av tí, sum vit vanliga eru góðir til, skinklaði í kvøld, og hóast vit vita, at Grikkaland er eitt sera gott lið, mugu vit fyrst og fremst hyggja inn eftir aftaná hetta avrikið.
Tað sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá føroyska U21-landsliðnum, sum týsdagin tók ímóti Grikkalandi á Djúpumýru í Klaksvík.
Í steðginum vóru gestirnir á odda við tveimum, og í seinna hálvleikinum øktu grikkar til bæði 3-0 og 4-0, sum gjørdist úrslitið av dystinum.
– Hetta var eitt “reality check” fyri okkum, eftir góða avrikið í Kroatia fyri nøkrum døgum síðani. Og tað staðfestir enn eina ferð, at skulu vit koma í nánd av einum úrsliti í slíkum dystum, skulu vit vera sera væl skipaðir, vit mugu arbeiða harðari enn hinir, og vit mugu verja og spæla nógv betur, enn vit gjørdu í kvøld, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.
Um ein góðan mánað skal U21-landsliðið í eldin aftur. Tann 11. oktober spæla Føroyar og Portugal í Klaksvík, og fýra dagar seinni, týsdagin 15. oktober verður síðsta punktum sett fyri hesari undankappingini, tá Føroyar og Hvítarussland møtast á Tórsvølli.
Portugal er fremst í bólkinum við 21 stigum, og síðani koma Grikkaland og Kroatia við 17 og 16 stigum. Føroyar eru á 4. plássi við 7 stigum, nummar fimm er Hvítarussland við 6 stigum, og aftast er Andorra við trimum stigum.
Deil á Facebook