Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.04.2023 09:43

Gøtunes og Tróndur í Gøtu á veg inn á Runavík

Mynd: Eysturoyarportalurin

Skiparin á Gøtunes, sigur við Eysturoyarportalin, at teir eru á veg inn á Runavík, har teir verða væntandi á middegi í dag. Teir hava fiskað gott 3.000 tons av svartkjafti.

Teir hava roynt ymsastaðni í føroyskum sjógvi. Teir byrjaðu eystanfyri og so sunnanfyri og endaðu suðurvestur úr Mykinesi. Eftir ætlan skulu teir landað til Havsbrún í Fuglafirði í morgin á middegi.

Eisini Tróndur í Gøtu, sum hevur roynt suður vestur úr Mykinesi, er á veg inn at landa. Teir hava fiskað gott 2.300 tons av svartkjafti og fara eisini inn á Runavík at bíða, av tí orsøk, at tað er so trongligt við bryggjuna í Fuglafirði í løtuni.