Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.03.2023 13:57

Gøtubátarnir landa í Íslandi

Mynd: Finnur Fríði landar á Fáskrúðsfirði (Eysturoyarportalurin)

Gøtubátarnir; Gøtunes, Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu, sum allir hava fiska lodnu, landa allir á Fáskrúðsfirði á Eysturlandinum í Íslandi í hesum døgum.

Gøtunes landar í løtuni gott 1.200 tons av lodnu, meðan Tróndur í Gøtu, sum eisini hevur 1.200 tons av lodnu, skal landa aftaná teir. Finnur Fríði landaði í gjár gott 1.400 tons av lodnu og er farin útaftur.