Sjóvar kommuna
Í dag 1. juni kl. 18.00 verður gongutúrur við frásøgufólkum í gomlum býlingum á Strondum.
Túrurin byrjar við garaguna hjá Georg í Strandatúni. Frásøgan byrjar á Heyggi og endar uppi í Gerði. Á túrinum verður steðgað við ymisk støð, har frásøgufólk, sum antin búgva ella hava búð í býlingunum, siga frá søgum og barnaminnum úr økinum.
Túrurin endar við bygdahúsið, har øll verða boðin til drekkamunn.