Vegna vánaliga veðurforsøgn er gongutúrurin við frásøgufólkum í gomlum býlingum á Strondum, sum var á skrá kl. 18 í kvøld, fluttur til hósdagin 1. juni kl. 18.
Túrurin byrjar við garaguna hjá Georg í Strandatúni. Frásøgan byrjar á Heyggi og endar uppi í Gerði. Á túrinum verður steðgað við ymisk støð, har frásøgufólk, sum antin búgva ella hava búð í býlingunum, siga frá søgum og barnaminnum úr økinum.
Túrurin endar við bygdahúsið, har øll verða boðin til drekkamunn.