Øll rossini hjá Sleipnir ríðingarfelag, felagið sum er heimahoyrandi í Eysturoynni, komu aftur í fjósini við heiðursmerkjum í gjár, tá ið Ungdómshestacuppið var hildið.
Tað var Íslandsrossafelagið sum skipaði fyri hesi kapping fyri yngru reiðfólkini.
Sleipnir ríðingarfelag høvdu fýra ungar damur og fimm ross á kappingarbreytini.
Og sum sagt, komu øll rossini heimaftur í fjósini við heiðursmerkjum.
Fyrst var tað einkult gonguløg, har børn undir 14 ár kundu luttaka.
Har vóru tað 11 ára gamla Simona Tornby, og 12 ára gamla Lív G. Djurhuus, báður úr Sleipnir ríðingarfelag, sum luttóku.
Har vunnu Sleipnir ríðingarfelag fleiri heiðursmerkir.
Lív og Dropi – bronsu í fet
Simona og Gígur – súll í fet
Simona og Kiljan – gull í trav
Simona og Kiljan – bronsu í lop
Í kappingini V5 var spennandi at fylgja við hvussu tað gekst hjá ungu kvinnunum, Birnu Jóanesarson og Ásu Mariu Vágsheyg, eisini báðar úr Sleipnir ríðingarfelag.
Aldursmarkið til hesa kappingina var 21 ár.
Birna og Ása Maria eru báðar 17 ár gamlar.
Úrslitið bleiv
Nr. 1 – Ása Maria og Hugsuður
Nr. 2 – Birna og Harka
Til teirra fyrstu kapping saman í gjár, vunnu Birna og Harka eisini samreið-steypið. Hesin heiður verður givin fyri gott samstarv ross og reiðfólk ímillum.
Tey í Sleipnir ríðingarfelag eru sera væl nøgd við kappingina í gjár og eisini eru tey væl nøgd við hvussu væl fyriskipað kappingin var av Føroya íslandsrossafelag.
Myndir: Sleipnir ríðingarfelag
Deil á Facebook