Fótbóltssamband Føroya
Seinnapartin í gjár kom manslandsliðið til Tallinn í Estlandi, har fyrri dysturin í Baltic Cup 2024 er á skránni leygardagin klokkan 17:00.
Eftir at hava verið á flogi í góðar fýra tímar í alt, kom føroyska A-landsliðið við monnum til estlendska høvuðsstaðin Tallinn seinnapartin í gjár.
Smávegis trupulleikar vóru í Kastrup, ið millum annað høvdu við sær, at nakað av viðførinum hjá landsliðnum stóð eftir í Danmark. Men kortini hevur tað ikki órógvað fyrireikingarnar stórvegis, og um alt gongur eftir ætlan, kemur restina av viðførinum til Estlands seinni í dag.
Av flogvøllinum í Tallinn varð koyrt beinleiðis á gistingarhúsið, sum liggur í miðbýnum, og eftir ein lítlan steðg var fyrsta venjingin á skránni.
Meðan føroyski hópurin heldur til í estlendska høvuðsstaðnum verður vant á venjingarvøllinum hjá Levadia Tallinn, har umstøðurnar eru góðar, samstundis sum veðrið er gott, og tað sær eisini út til, at veðrið fer at halda sær komandi dagarnar.
Venjingin gekk væl, og sum heild eru allir mans væl fyri, og hýrurin í føroysku landsliðsleguni er góður.
Leygardagin klokkan 17:00 spæla Estland og Føroyar á Le Coq Stadion í Tallinn.
Deil á Facebook