Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.08.2023 11:07

Góða veðrið heldur fram

Mynd: Eysturoyarportalurin

Veðurstovurnar siga frá góðum veðrið komandi vikuna.

Í morgin mánadagin verður eitt gul av norði, turt og sól ella sólglottar og hitin millum 8-13 stig.

Týsdagin verður veðrið nakað tað sama, 3-5 m/s av norði, túrt og sólglottar. Hitin millum 10-12 stig.

Mikudagin undir 5 m/s, eystan, sól og hitin um 10-14 stig.

Hósdagin frískar hann sum frá líður vindin 3-8 m/s av landsynningi, sólglottar og hitin 12-14 stig.

Fríggjadagin skýggjað men turt fyri tað mesta, ættin verður landsynningur og hitin 13-15 stig.