Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.05.2023 22:18

Góða gongdin hjá Víkingur Reykjavík og Gunnari heldur fram

Mynd: Fótbólti.net

8 dystir, 8 sigrar og 24 stig. Tað sigur stigatalvan eftir dagsins dyst, eftir Víkingur Reykjavík, við Gunnari Vatnhamar á liðnum, vann á útivølli 1-2 á HK í Kórinnhøllini.

Tað sá gott úr, eftir at útiliðið hevði lagt seg framum 2-0. Men tá 75 minuttir vóru leiktir fekk Karl Friðleifur Gunnarsson hjá Víkingur Reykjavík beinleiðis reytt kort, og mátti útiliðið tískil leika restina av dystinum við 10 monnum. Tá 87 minuttir vóru leiktir, fingu HK mál, einans næsta málið sum er farið ígjøgnum hjá Víkingur Reykjavík í ár, men Gunnar og hinir kláraðu at halda tørn, og vunnu tískil sín 8 dyst á rað í landskappingini.

Gunnar leikti allar 90 minuttirnar.

Aðrastaðni, so vann Breiðablik 2-0 á KA fyrr í dag. Klæmint A. Olsen sat á beinkinum allan dystin.

Næsti dystur hjá Gunnar og Víkingur Reykjavík er 25. mai á útivølli ímóti KA á Greifavöllurinn, meðan Breiðablik sama dag tekur ímóti Valur á Kópavogsvöllur.