Fimleikasamband Føroya
Í vikuskiftinum hevur fimleikurin gjørt um seg á fleiri stigum úti í heimi, har føroysk lið og fimleikarar hava umboðað Føroyar í altjóða og norðurlendskum kappingum við góðum úrslitum.
Estetiskur fimleikur til World Cup II í Frankaríki
Millum annað vóru fleiri føroysk lið við til World Cup II í Frankaríki, har kappast var í estetiskum fimleiki. Undantikið liðini úr Bulgaria, so luttóku tey bestu liðini í heiminum í kappingini, bæði í kvinnum og ungum. Tað eyðnaðist tveimum liðum at koma víðari í finalubólkin: unglingaliðnum Norma úr fimleikafelagnum Ljósið og kvinnuliðnum Rósan úr fimleikafelagnum Støkk.
Norma fekk samanlagt 42,000 stig og endaði sum nummar ellivu í unglingabólkinum, bert 0,1 stig aftanfyri Spania seinna dagin. Rósan fekk 45,100 stig og endaði á einum flottum tíggjundaplássi í sínum bólki. Í unglingakappingini vóru 24 lið við, og í kvinnukappingini vóru 29 lið við.
Við í kappingini vóru eisini Føroyameistararnir í kvinnum 2025, Lyra hjá Ljósinum, sum lógu 0,3 stig frá Rósuni og vóru akkurát ov stuttar til finaluna. Tvey onnur føroysk lið luttóku eisini: Team Aiva úr Støkk í unglingabólkinum og Team Nova úr Havnar Fimleikafelag, sum kappaðist í B-kappingini í gentubólkinum og kom víðari til finaluna.
Samanumtikið var hýrurin góður, og liðini stuðlaðu hvør øðrum, serliga í finaluumfarinum.
Amboðsfimleikarar til DM í Danmark
Eisini vóru fimleikarar hjá Havnar Fimleikafelag og Fimleikafelagnum Støkk til DM í Danmark, har úrslitini vóru sera góð.
Støkkararnir Ari Poulsen, Ednar á Sondum og Ási Yan Arnoldson luttóku fyri felagið Greve IG, har teir allir fingu eitt flott fjórða pláss í hvør sínum amboði. Umframt hetta luttóku teir í liðkappingini, har teir saman við liðfeløgum úr Greve IG vunnu silvur.
Hjá Havnar Fimleikafelag var eisini nógv at fegnast um. Tóra Elisdóttir Thorkildshøj kappaðist í bólkinum fyri ungar juniorar og var partur av liðnum hjá KG66, sum vann gull. Harumframt vann hon silvur í all round og í bita, og bronsu í gólv og lop.
Í juniorbólkinum kappaðust eisini Oddvør Alberta Kimsdóttir og Sára Eyðfinnsdóttir í Dali, sum eisini vóru partur av liðnum hjá KG66, ið eisini vann gull. Oddvør Alberta stóð seg serliga væl og vann all round kappingina umframt gull í bæði bita og gólv. Sára hevði eisini eina flotta kapping og vann bronsu í gólv.
Góð úrslit í Íslandi
Somuleiðis hava yngru amboðsfimleikararnir hjá Støkk staðið seg væl í Iceland Classic 2026. Luttøkan gekk sera væl, og fleiri fimleikarar komu heim við heiðursmerkjum.
Millum úrslitini kunnu nevnast, at Aleksandra Fríðudóttir varð nummar trý í all round kappingini í hennara bólki, og vann gull í gólv, silvur í lop og bronsu í bita. Dávur Skorastein vann gull í lop, og Josva Heinesen vann gull í bæði rekk og paralellbarr, umframt bronsu í gólv. Jósef Egholm Johannesen vann all round kappingina við gull í gólv og silvur í beinsveiggj og ringum umframt bronsuheiðursmerki í paralellbarr og rekk. Hjørtur Gøte hevði eisini eina sera sterka kapping, og vaarð nummar tvey all round við fýra gullheiðursmerkjum, í gólv, ringum, paralellbarr og rekk, umframt bronsu í lopi. Eisini vann Teitur R. Lamhauge silvur í lopi.
Hesi framúr góðu úrslitini vísa á, at føroyskir fimleikarar eisini standa seg sera væl í kappingum uttanlands, og at tey og teirra venjarar hava gjørt eitt sera gott arbeiði í at menna fimleikin sum heild. Tað kann staðfestast, at fimleikurin hevur eina spennandi framtíð við nógvum dugnaligum fimleikarum og venjarum.
Umframt at ynskja fimleikarunum hjartaliga tillukku við teimum flottu úrslitunum, vilja vit eisini nýta høvið at takka øllum teimum føroysku venjarunum og samskiparunum fyri teirra íðni og dugnaskap. Nú gleða vit okkum til FM 2026 í estetiskum komandi vikuskifti í Høllini á Hálsi og FM 2026 í amboð, sum verður Í Bylgjuni 30. mai.
