Tíðindaskriv
Í samband við at Giktafelag Føroya tann 22. august 2023 gjørdist 75 ár, bjóðar felagið til almenna giktaráðstevnu, har borgað verður við áhugaverdum og upplýsandi fyrilestrum, fakligum og politiskum pallborðskjaki og góðum undirhaldi.
Tiltakið verður hildið í Lívdini í Hoyvík, leygardagin 4. november 2023, frá kl. 12 til 18.
Skrá
12:00: Vælkomin
Rógvi Ólavsson, orðstýrari
12:05: Setan
Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum
12:15: Formaðurin hevur orðið
Terji Beder, formaður í Giktafelag Føroya
12:25: Børn og gikt
Absalon Eysturoy, barnalækni
12:50: FarGen: Gransking innan gikt og aðrar sjúkur í Føroyum
Noomi O. Gregersen, granskari
13:15: Steðgur
Lagkøka og drekkamuður
14:00: Gikt og venjing
Niklas Reginsson, fysioterapeutur
14.25: Náttúruterapi og pína
Vár Næs, náttúru- og kropsterapeuti
14.50: Sjúka, brek og tilknýti til arbeiðsmarknaðin
Regin Berg, stjórnmálafrøðingur
15:15: Steðgur við ábiti
Jens Marni Hansen spælir tónleik
16:00: Fakligt pallborðskjak
Evni: Fyribyrging, viðgerð, lívsgóðska og tilknýti til arbeiðsmarknaðin
16.45: Undirhald
Bill Justinussen undirheldur
17:00: Politikt pallborðskjak
Evni: Fyribyrging, viðgerð, lívsgóðska og tilknýti til arbeiðsmarknaðin
17:45: Samanumtøka
Rógvi Ólavson, orðstýrari
18:00: Tiltakið endar
Terji Beder, formaður í Giktafelag Føroya
Tiltakið er ókeypis og er ætlað øllum við áhuga fyri gikt og tí føroyska brekøkinum yvirhøvur.
Giktafelag Føroya