Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.05.2024 10:01

Geza var bestur í mars og apríl mánað

Géza Dávid Turi saman við formanninum í Víkingi, Brandi Jacobsen - Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

22 ára gamli, Géza Dávid Turi, ið fyrstu umførini hevur stjórnað miðvøllinum hjá Víkingi við manér, var leygardagin kosin til besta spælara í Betrideildini í mars og apríl mánað.

– Vit hava fingið eina góða byrjan, og higartil er alt meir ella minni gingið upp í eina hægri eind. At tað so eisini hevur gingist mær væl persónliga, eri eg sjálvandi glaður fyri, men eg havi eisini fingið góða hjálp frá liðfeløgunum.

Tað sigur Géza Dávid Turi úr Víkingi, sum av landsliðsvenjarum, miðlafólkum og viðmerkjarum er valdur til besta spælara í Betrideildini hjá monnum í mars og apríl mánað.

Aðrir, ið eisini fingu væl av atkvøðum hesaferð, vóru Hanus Sørensen úr HB, toppskjúttin í Betrideildini í løtuni, Páll Klettskarð úr KÍ, og liðfelagin hjá Geza, Poul Kallsberg.

Fyri heiðurin, sum besti spælari í mars og apríl mánað, fekk Géza Dávid Turi handað eitt gávukort upp á 1.000 krónur, ið kann brúkast á Hotel Brandan, Hotel Hafnia, ella hjá Katrina Christiansen, umframt eina glasstandmynd, sum er latin av Betri.