Sum skilst, so eru ítøkuligar ætlanir hjá Fuglafjarðar kommunu, at gera eina gongugøtu millum Kambsdal og Fuglafjørð.
Eina farleið við gøtuljósum, og eini brúgv um ánna Breiðá. Ein gongugøta sum skal knýta bæði plássini saman.
Gongd er í málinum upplýsir borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Dávur Juul, fyri Eysturoyarportalinum.
–Politiski viljin er at endurskapa gomlu bygdagøtuna millum Innaradal og Fuglafjørð (sí mynd niðanfyri)
–Tað fyrsta strekkið frá Kambsdali til vatnbrunnarnar á Innaradali er nú eftir vegnum, sum gongur frá ídnaðarøkinum á Kambsdali inn til vatnbrunnarnar á Innaradali.
Á fíggjarlógin hjá Fuglafjarðar kommunu sæst at tað eru 500.000 kr avsettar til hesa farleið fyri 2023.
–500.000 kr røkka ikki langt, men er ein byrjan uppá hesa verkætlan at endurskapa bygdagøtuna, sigur Dávur Juul.
–Tað fyrsta ið blívur gjørt, er ein træbrúgv tvørtur um Breiðá uppi við vatnbrunnarnar, vónandi kemur hon nú í heyst. Eftir tað, verður arbeitt inn ímóti Fuglafirði, fyri teir pengarnar í eru avsettir fyri 2023.
–Vónandi fáa vit avsett eina nøktandi upphædd tey komandi árini, so hendan verkætlan ikki dregur alt ov langt út, sigur Dávur Juul at enda.
