Sámal Sunnudag
Er neyðugt at byggja fleiri kirkjur? Hava vit ikki nóg nógvar kirkjur sum er?
Slíkir spurningar eru ofta frammi at venda, tá ið ætlanir eru um at byggja nýggjar kirkjur. Vit hava í dag fleiri nýggjari kirkjur, og tær vildu vit neyvan verið fyri uttan. Um vit taka seinastu hálvu øldina eru hesar bygdar: Vesturkirkjan (1975), Fuglafjarðar kirkja (1984), Fríðrikskirkjan (1994), Gøtu kirkja (1995), Hoyvíkar kirkja (2007). Hesar eru allar stásiligar og virknar kirkjur, ið nøkta tørvin hjá nýmótans menniskjum.
Les meira: Gamlar kirkjur forða menningini av Fólkakirkjuni