ÍF
Ólavur Larsen, hevur tikið við eini spennandi avbjóðing sum høvuðsvenjari bæði fyri næstabesta liðið og U21 liðið. Hetta er ein týðandi leiklutur, í menningini av okkara ungu leikarum. Avtalan er galdandi fyri 2024.
Ólavur er ikki ókendur í felagnum, hann hevur sitið í nevnd, verið venjari og hjálparvenjari yvir fleiri tíðarskeið.
Ólavur tók við sum venjari hjá U15 í apríl 2023. Tað gekk so mikið væl at venja ungdómin, at Ólavur verður aftur at síggja á Fløtugerði komandi ár.
Vit í ÍF eru sera glað fyri at Ólavur hevur takkað ja til hesa avbjóðing og ynskja honum góða eydnu.
ÍF vil við hesum eisini takka Nenad Saric fyri hesi 4 árini sum venjari hjá næstbesta liðnum, 3. Deild, U21 og U17, og ynskja honum góða eydnu og alt tað besta framyvir.
Deil á Facebook