G! Festivalurin
G! Festivalurin hevur sett Høgna Lisberg í starv sum tónleikbookara. Avtalan er fyribils galdandi í eitt ár.
41 ára gamli leirvíkingurin hevur drúgvar og viðkomandi royndir innan tónleik. Sangari, guitarleikari, lagsmiður, trummuleikari, framleiðari og publishari, eru alt ting sum Høgni hevur fingist við, umframt at hann hevur bachelor tónleikaútbúgving frá Rytmisk Musik Konservatorium í Keypmannahavn.
Høgni hevur ferðast víða um sum framførandi tónleikari, serliga sum trummuleikari við Eivør. Sum trummuleikari í bólkinum Clickhaze, hevur eisini altíð verið eitt tilknýtið millum festivalin og Høgna. Clickhaze og G! spruttu nevniliga úr sama umhvørvi. Helst hevur Høgni spælt á øllum G! Festivalum sum hava verið, antin sum trummuleikari ella sum sangari, og kennir hann tí væl leistin, sum festivalurin koyrir eftir.
Báðir partar eru sjálvsagt sera spentir um nýggja samstarvið, og síggja fram til eina spennandi skrá í komandi árið. G! verður hildið dagarnar 18.-20. juli 2024.