Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.05.2024 13:06

Fyrsti sigurin hjá suðuroyarkvinnum

Stór frøi á suðuroyarkvinnum, eftir at tær vunnu 3-1 á Skála - Mynd: Bjartur Vest/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Við sigri á Skála, vann TB/FCS/Royn leygardagin fyrsta sigurin í fremstu deildini hjá kvinnum. Í oddastríðnum drógu Víkingur og KÍ frá NSÍ.

Fult umfar hevur verið í Betrideildini hjá kvinnum í dag (skriv. leygardagin 11. mai), og fyri fyrstu ferð síðani feløgini í Suðuroynni fóru saman um eitt lið, TB/FCS/Royn, eydnaðist suðuroyarkvinnum at fara av vøllinum við fullari úrtøku.

Við Stórá í Trongisvági hevði TB/FCS/Royn vitjan av Skála, og úrslitið gjørdist 3-1 til heimaliðið, sum var á odda 2-1 í steðginum.

Spælandi venjarin, Julia Carr, ið er komin úr USA, legði heimakvinnurnar á odda tá eitt lítið korter var spælt, og í 31. minutti økti Tórunn Klakkstein Vilhelm til 2-0. Men Skála svaraði beinanvegin aftur, og stóripinnur hevði ikki ferðast ein snúning, so minkaði Sara Benjaminsen um munin.

Gestirnir komu tó ikki nærri, og tá tveir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini sló Julia Carr fyrsta sigurin hjá suðuroyarkvinnum rimmarfastan.

Úrslit, 6. umfar
B36 – Víkingur 0-3
NSÍ – HB 1-1
TB/FCS/Royn – Skála 3-1
FC Hoyvík – KÍ 0-15

Stigatalva og leikskrá