Mynd: Lyngby Boldklub
Hart arbeiði gevur úrslit! Tað kann Petur Knudsen skriva undir uppá í kvøld. Eftir næstan eitt ár uttanfyri við skaða og uppvenjing, fekk hann sínar fystu minuttir í Superligaini, í donsku bestu deildini, fyri nøkrum vikum síðani.
Og í kvøld hevur Petur so skotið sítt fyrsta Superligamál, eftir at hann eisini fekk sín fysta Superligadyst frá byrjan. Eitt frálík mál, har hann stútaði bóltin í netið eftir hornaspark úr vinstru.
