Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.06.2023 18:57

Fyrsta pisan floygd á Miðnám á Kambsdali

Mynd: Miðnám á Kambsdali

Miðnám á Kambsdali

Í dag, 7. juni, varð ársins fyrsta pisa floygd á Miðnámi á Kambsdali. Tað var Óluva Breiðaskarð, ið gongur á búskaparbreyt, sum í dag hevur støddfrøði sum sína seinastu lærugrein.

Óluva er í dag tann 1009. pisan, ið fær prógv frá Miðnámi á Kambsdali síðan samanleggingina í 2015. Í sambandi við, at hakin seinnapartin varð settur í til útbygging á Kambsdali, var landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálum komin á dalin. Tey møttust í túninum, so landsstýrismaðurin fekk høvi at heilsa uppá nýfloygdu pisuna – og øvugt.

Sum siður er á Kambsdali, fær fyrsta pisan heiðurin saman við rektaranum at vinda merkið í húnar hátt – at fagna teimum, sum í dag og komandi dagarnar fara at standa endaligu próvtøkuna og fáa húgvuna á høvdið – sum ímynd fyri avrikið.