Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.06.2025 14:14

Fyrsta oljan komin í goymslutangarnar

Mynd: Sjóvar kommuna

Sjóvar kommuna

Í gjárakvøldið kom tangaskipið GTM Denmark á Hulk, við fyrstu gassoljuni til goymslutangarnar hjá Krafta.

Arbeiði hjá Krafta at gera alt liðugt, so at felagið kann byrja at selja olju, kom eitt stig nærri, nú fyrsta oljan kom í goymslutangarnar á Hulki.

Nú skulu tær seintastu tillagingarnar og royndirnar gerast, áðrenn skip kunnu bunkra olju frá felagnum. 
Eisini skal Articon gera økið heilt liðugt, áðrenn tað verður endalagani handa eigaranum.  

Trygdin hevur høða raðfesting hjá Krafta, og er nógv tíð og orka brúkt til at gera alt so trygt sum gjørligt.

Í síðstu viku var Skálafjarða sløkkilið og hevði venjingar á Hulki, so at teir vita hvat gerast skal, um ein leki, ella eldur skuldi komið. 

So vantandi ganga ikki nógvir dagar, til fyrsta bunkringin verður hjá felagnum. 

Myndir: Sjóvar kommuna