Mynd: Adrian hevur skora fyri Víking
Í kvøld bresta Moldova og Føroyar saman, tá tey kl 21.45 lokala tíð á leikvøllinum í Moldovska høvðusstaðnum Chișinău, skulu dystast um 3 stig í bólki E.
Ikki eru tað so nógv sambond millum Moldova og Føroyar, men eitt samband sum er, er fótbóltsleikarin Adrian Cașcaval.
Eysturoyarportalurin hevur tosa við fyrrverandi moldovska A-landsliðs og- Víkingaleikarin Adrian Cașcaval, sum kappingarárið 2018 leikti í Sarpugerði, har hann skeyt 6 mál.
Ein stórur og sterkur vinstrabeintur miðverji, sum var nokk best kendur fyri sínar frálíku frísparkseginleikar, har hann serliga í einum dysti ímóti HB í Gøtu, skeyt tvey frísparksmál beinleiðis í málið.
Adrian Cașcaval leikti íalt 12 A-landsdystir fyri Moldova.
Vit hava spurt hann, um hvat hann væntar sær av dystinum í kvøld.
Adrian flennur í telefonini úr Onglandi, har hann er búsetandi í dag við konuni og báðum børnunum. “Ja beiggarnir Gunnar og Sølvi, teir minnist eg væl. Gunnar, sum er stórur og sterkur og Sølvi sum er tann kreativi og tekniski.” Hann minnist gott afturá tíðina í Gøtu, hóast hann flennir, tá pratið kemur inná veðrið. “Oh my God, the weather”, ljóðar í telefonini, tá undirritaði sigur hvussu veðrið er í dag í Føroyum. Hann flennir hart, tá hann hugsar aftur á onkrar av venjingunum og dystinum í Sarpugerði, við nógvum vindi og regni.
Tá prátið kemur inn á dystin í kvøld, so verður tónin eitt sindur meira álvarsligur. “Føroyskur fótbóltur hevur ment sera sera nógv. Eg fylgi enn við, og eg síggi hvussu føroyskur fótbóltur hevur flutt seg. Eg haldi at fótbólturin, beinleiðis ella óbeinleiðis, líkist íslendskum fótbólti, har tað gongur skjótt og menn eru ikki bangnir fyri at fara í taklingar og spæla hart. “Hetta dámar mær væl”, sigur Adrian.
“Dysturin í kvøld verður sera javnur. Tað verður neyvan meira enn eitt mál á muni, um ein vinnarin verður funnin. Sjálvur vænti eg at dysturin endar við javnleiki, kanska 1-1”.
At enda, sigur Adrian, at hann vil heilsa øllum og vónandi verður tað ikki alt ov leingi inntil hann og familjan koma á vitjan í Føroyum. “Men tað verður ikki um veturin”, sigur hann við einum flenni.

