Eysturkommuna
Fyrst í juni verður forkunnug framsýning í Gamla skúla í Leirvík. Talan er um eina framsýning við fornlutum úr útgrevstrinum á Toftanesi, ið fór fram í árunum 1982-1987. Útgrevsturin avdúkaði meira enn 3.000 ymiskar lutir úr víkingatíð – millum annað teir, ið verða at síggja á framsýningini, ið verður sett fyrst í juni.
At gera eina slíka framsýning við lutum, ið annars eru í varðveitslu á Tjóðsavninum í Havn, er ikki nakað, ið vanliga sæst runt um í Føroyum. Eisini tí er tað sera áhugavert, at vit í hesum sambandi hava fingið møguleikan at 3D skanna onkrar av teimum lutunum, ið eru sermerktir fyri júst henda útgrevsturin, men verða mettir ov skirvisligir at hava liggjandi frammi.
Til hetta høvið var Astrid Johannesen, ferðavinnu- og mentanarleiðari í Eysturkommunu, og Hákun Andreassen, savnsteknikari á Tjóðsavninum, nú ein dagin á vitjan á FabLab á Kambsdali at skanna talvborðið, ið varð funnið á Toftanesi. Talvborðið, ið er tað einasta av sínum slagi funnið í Føroyum, hevur hnefatafl, ein eldri útgáva av nútímans talvi, á aðrari síðuni, og mølle á hinari síðuni. Hetta verður onnur av tveimum endurgerðunum, replica, ið verða at síggja á framsýningini.
Myndirnar vísa hetta arbeiðið saman við Jóannesi Djurhuus, FabLab.



