Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.11.2023 09:56

Fyrilestur um at taka upp Sirius

Norðurlandahúsið/ Tíðindaskriv

Kavastormar, frostsár, hvítabjarnir og vandamikil náttúra. Í trý ár fylgdi myndamaðurin og leikstjórin, Lasse Rahbek, Danmarkar servanda herliði í Arktis, sletupatruljuni Sirius, fyri at filma trupla og áhugaverda arbeiðið hjá Siriuspatruljuni í Landnyrðingsgrønlandi.

Úrslitið av hesum gjørdist heimildarsendingin Sirius hjá DR1, sum longu er blivin sædd omanfyri eina millión ferðir.

Nú vitjar Lasse Rahbek í Føroyum fyri at greiða frá sínum arbeiði og upplivingum hesi trý árini. Hann fer m.a. at greiða frá, hvussu tað var at arbeiða í 32 kuldastigum, fáa frostsár, standa á skíð við síðuna av hundasletuni, og um altíð at vera til reiðar við upptøkutólinum, tá øll eru móð og undir trýsti. Hann fer undir fyrilestrinum eisini at vísa myndir og filmsbrot. Aftaná fyrilesturin verður høvi at spyrja spurningar.

Fyrilesturin verður í Norðurlandahúsinum, 13. novembur kl. 19.