Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.08.2026 13:27

Fyrilestur: Hvør var Kingo? Jákup Reinert, lektari sigur frá

Fuglafjarðar bókasavn

Fyrilestur: Hvør var Kingo? Jákup Reinert, lektari, sigur frá. Kingokórið úr Tjørnuvík syngur.

Høvuðsevnið á Mentanardøgunum í ár er sjálvur fjøllistamaðurin Niels Midjord og um tað var ein sum honum dámdi væl at skriva og tosa um, so var tað sálmaskaldið Thomas Kingo. Men hvør var Kingo?
Tað kemur Jákup Reinert Hansen, Lektari, Ph.d./Rev. Dr., Associate professor og Ph.d. at siga okkum eitt sindur um. Hann fer at práta um Kingo sjálvan, hansara lív og lagnu, yrkingar og sálmar.

Men eisini um Kingobók – sálmabókina sum ber hansara navn, og um Kingosangin – løg og syngimáti, ið vanliga verða kallað eftir honum. Og at enda verður tað kanska eitt sindur um, hví hann er blivin at kalla ein partur av okkara føroyska samleika.

Kingokórið úr Tjørnuvík luttekur við tveimum kingosálmum.

Tiltakið er uml. 30-40 minuttir og aftaná bjóða vit ein góðan drekkamunn við onkrum góðum afturvið.

Hjartaliga vælkomin á Fuglafjarðar bókasavn til eina áhugaverda løtu á Mentanardøgunum 2026