Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.09.2026 23:44

Fuglafjarðar kommuna og Voyt gjørt sáttmála um 8 grundstykkir

Mynd: Fuglafjarðar kommuna

Fuglafjarðar kommuna hevur í dag undirskrivað sáttmála við entreprenørvirki Voyt, sum tekur sær m.a. av jarðarbeiði, grevstri og leiðingum, um at byggibúgva 8 grundstykkir vesturi á Fløtum í Fuglafirði, vanliga kalla vesturi á Horn.
Samlaði prísurin fyri alla verkætlanina er 7,7 mió., tá er reinsiverk o.a. íroknað.
Gongst sum ætla, verður økið byggibúgvið á sumri 2028.

Myndir: Fuglafjarðar kommuna