Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.06.2024 17:38

FSF: Vøllurin í Gøtu er góðkendur

Tað hevur tikið seg upp ein ávís óvissa, eftir at royndur sakførari í síðstu viku reisti spurningin, um vøllurin í Sarpugerði yvirhøvur var góðkendur til at spæla á í føroysku bestu deildini.

Spurningur settur við góðkenningina av vøllinum í Sarpugerði

Á almenna Facebook kjakinum “Føroyskt fótbóltskjak” segði Jógvan Páll Lassen, sakførari soleiðis hósdagin 30. mai:

“Nú verður næsti dystur hjá Víkingi í Gøtu 19. juni, men mær vitandi so er vøllurin í Gøtu ikki góðkendur til kappingar, og líkur ikki asetingarnar í fótbóltslógini § 1 sum sigur “Um graslíkisvallir verða nýttir í kappingardystum millum lið, sum eru limir í sama fótbóltssambandi, ella í altjóða dystum millum feløg, skulu vallirnir lúka treytirnar, sum FIFA hevur ásett í THE FIFA QUALITY, QUALITY PROGRAMME FOR FOOTBALL TURF ella THE INTERNATIONAL MATCH STANDARD. Hesar treytir skulu verða loknar, um IFAB ikki hevur givið serligt undantaksloyvi.”

Einki loyvið fyriliggur til vøllin, og er hann hvørki Quality ella Quality Programme. Í veruleikanum kunnu øll lið tí nokta at spæla í Gøtu.

Er tað rætt og rímuligt at felag fær fyrimunir við ikki at lúka vanligar lógarásettar treytir. Hvat nú um hetta eisini bleiv galdandi fyri ólógligar spælarar?, spyr Jógvan Páll Lassen at enda.

FSF hevur givið neyðugu loyvini

Eysturoyarportalurin hevur verið í samband við Fótbóltssamband Føroya um hetta ivamál.

Ronnie Háfoss, loyvistjóri hjá FSF, váttar fyri Eysturoyarportalin, at vøllurin í Sarpugerði er góðkendur og hevur fingið alla neyðuga góðkenning uppá pláss frá Fótbóltsambandi Føroya til at luttaka í bestu deildini og steypakappingini.

Hendan góðkenning er eisini send skrivliga til eigarin av vøllinum, sum í hesum førunum er Eysturkommuna, og til felagið sjálvt, sum er Víkingur, sigur Ronnie Háfoss. (Sí góðkenning frá FSF niðast í greinini)

Nýtt graslíki var lagt á vøllin í Sarpugerði í 2021. Tað var P/F Føroya Møblasøla sum var veitari av vøllinum, og sum er av merkinum DOMO. 

Í sambandi við at vøllurin var handaður kommununi, segði Eysturkommuna á heimasíðu síni soleiðis: “Byrjað varð hósdagin í síðstu viku og nú er vøllurin liðugur, góðkendur av FSF og handaður Eysturkommunu.”

Tískil kann staðfestast, sambært FSF, at vøllurin er góðkendur og Víkingur hevur øll neyðug loyvir at spæla í føroysku bestu deildini og føroysku steypakappingini.

Og sostatt er komandi heimadystur hjá Víkingi ímóti HB í seinnu hálvfinaluni í steypakappingin tann 19. juni ikki í vanda fyri ikki at verða leiktur.

Sí góðkenning frá Fótbóltssamband Føroya og FIFA laboratory test report niðanfyri.