Mynd: Sunda.fo
Skráin fyri Frítíðarundirvísingina í Sunda kommunu veturin 2022/2023 er borin út í øll húsinini í kommununi, og mikudagin 31. august, verður latið upp fyri tilmeldingum.
Vit fegnast um at vit aftur í ár kunnu bjóða tykkum eitt sera umfatandi og fjølbroytt tilboð. Á skránni eru bæði longri og styttri skeið, vikuskiftisskeið og skeið til børn og ung. Faldarin sæst her.
Av misgáum er eitt skeið ikki komið við í faldaran. Tað er:
Binda adventskrans og gera jóladekoratiónir
Undirvísari: Anette Sonne
Tíðarskeið: 16. november kl. 19.00 til 21.00 og 19. november kl. 9.00 til 15.00.
Stað: Skúlin við Streymin – náttúru og tøknistovan
Kostnaður: kr. 250,-
Tilmelding
Í ár hevur Sunda kommuna ment eina nýggja tilmeldingarskipan til frítíðarundirvísingina. Hetta er ein skipan í líkist vanligu nethandlunum. Tað vil siga at tú koyrir tey skeið, tú ynskir at luttaka á, í eina innkeypskurv, tøppar inn samskiftistupplýsingar og síðan verður tú beind/-ur víðari til eina gjaldsskipan. Øll tilmelding er persónlig og bindandi.
Tilmeldingin byrjar 31. august kl. 10.00 og er liðug 6. september kl. 15.00.
Vit leggja leinkju til tilmeldingarskipanina út á www.sunda.fo tá latið verður upp fyri tilmeldingum tvs. mikudagin 31. august kl. 10.00.
Deil á Facebook