Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.05.2023 15:31

Fríggjadagur á Útivikuni 2023

Mynd: Sjóvar kommuna

Sjóvar kommuna

Í dag, fríggjadagin 26. mai, eru hesi tiltøk á skrá fyri Útivikuna:

Kl. 18:00: Gomul føroysk barnaspøl við Fornminnasavnið í Heygsstøð
Kenna tit gomlu barnaspølini “at kasta pinn”, “diski dask”, “rotið egg” ella “skipanøvn”?
Fríggjadagin hava tit møguleikan at koma oman í Heygsstøð at læra tykkum hesi og fleiri onnur gomul føroysk barnaspøl.
Umframt at greitt verður frá spølunum, verður eisini møguleiki at royna spølini.
Ímeðan tiltakið er, verður Cafe Bella opin, har møguleiki verður hjá bæði børnum og vaksnum at keypa sær okkurt at eta og drekka. Tikið verður ikki móti gjaldskorti. Allur innkomin peningur fer til Fornminnafelagið.
Tiltakið er fyri børn og vaksin í øllum aldri, men heitt verður á foreldur at yngri børnum at verða við, tí vit eru á havnalagnum.

Kl. 18:30-21:00: Saunagos í bátahylinum í Heygsstøð – við Stráluneystið
Kostnaður: 100 kr. fyri hvønn.
Bílegg pláss á www.saunagos.fo

Kl. 20:00: Kappingar í styrki og kvikleika í bátahylinum í Heygsstøð
Luttakarar verða deildir í bólkar og kappast síðani í styrki og kvikleika á ymsum postum. Onki krav er um ávísa styrki ella kvikleika. Øll kunnu luttaka, og endamálið er at stuttleika sær í kappleiki.