Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.03.2024 14:50

Frásøgn frá tiltakinum “Skifti 2023”

Eiðis kommuna

Um miðjan november í fjør var skipa fyri tiltakinum ”Skifti 2023”. Talan er um eitt endurvendandi tiltak, ið varpar ljós á mentan og list á Eiði og í Eiðis kommunu. Hvørt tiltak hevur eitt undirheiti og fyri skifti 2023 var undirheiti ”Mistela og hennara íblástur á Eiði”.

Hugnaliga Kolshøll var karmur um tiltakið, sum var sett av Annsy Høghamar, borgarstjóra.

Tiltakið fevndi um eina installatión av verkum eftir Sigrun Gunnarsdóttir og Ellindi og Onnu Sofiu Egilstrøð. Instalatiónin var opin frá 16. til og við 19. november.

Skráin fevndi um mangt ymiskt mentanarligt virksemi.  Frásøgn var um sambandi, ið Elizabeth Taylor hevði til Eiðis. Tað var Lis Mortensen, ið greiddi frá.

Dagin eftir var Dansifelagið á Látrinum á skránni. Tey greiddu frá um føroyskan dans á Eiði og farið var uppá gólv. Morgunin eftir var borgaraverkstova um mentan og list á Eiði, Eiðs Ljómfelag spældi og um kvøldið var konsert við Marjun Wolles.  Um skifti verður skriva soleiðis í frásøgnini:

Endamálið við Skifti er at fáa fram mentanina her í bygdini, tí hóast kanska øll ikki hava verið so sjónlig, eru tað ikki so fá listafólk, Eiðisbygd hevur fostrað millum ár og dag.

Nú ber til hjá øllum áhugaðum at lesa ein bókling um tiltakið, skrivaður av Ellindi Egilstrøð, sum er ein av fyriskiparunum.

Her ber til at lesa frásøgnina.

Eisini var grein skrivað um setanina av tiltakinum, røðu borgarstjórans og eitt sindur um Elizabeth Taylor. Les hana her.