Mynd: Eysturoyarportalurin
Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Tjaldur, fer at greiða frá um vinnufelagið Tjaldur á aðalfundinum hjá Eysturoyar Vinnulívsfelag á Bakkafrost týskvøldið 7. mars kl. 19.00.
Tjaldur er skrásett í Føroyum og hevur virksemið í norðanlondum og Stóra Bretlandi. P/F Tjaldur varð stovnað í 2004. P/F Tjaldur er sprottið úr gamla Skipafelagnum, sum var selt sama árið. Eins og tjóðafuglur okkara, er Tjaldri ein heimsborgari, men byggir reiður sítt í Føroyum.
Allir limir felagsins eru vælkomnir. Eisini eru fyritøkur í Eysturoynni vælkomnar at melda seg sum lim í Eysturoyar Vinnulívsfelag.
