Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.04.2026 20:35

Frakland, Pólland, Føroyar og Ukraina

Faroe Islands vs Paraguay, IHF Women’s World Championship 2025, Trier, Germany, 30.11.2025, Mandatory Credit © Jure Erzen / kolektiff

Hondbóltssamband Føroya

Katowice í Póllandi verður heimstaðurin hjá føroyingum og kvinnulandsliðnum til innleiðandi bólkaspælið í EM-endaspælinum í desember. Við lutakastinum í Katowice í dag gjørdist greitt, at mótstøðuliðini verða Frakland, Póllandi og Ukraina.

Lutakastið háttaði seg soleiðis:
Bólkur A: Ungarn, Montenegro, Slovenia, Ísland
Bólkur B: Noreg, Rumenia, Sveis, Norðurmakedonia
Bólkur C: Danmark, Spania, Turkaland, Grikkaland
Bólkur D: Niðurlond, Kekkia, Eysturríki, Kroatia
Bólkur E: Frakland, Pólland, Føroyar, Ukraina
Bólkur F: Svøríki, Týskland, Slovakia, Serbia

Dystirnir hjá Føroyum liggja soleiðis:
Leygardagin 5. desember: Føroyar – Ukraina
Mánadagin 7. desember: Frakland – Føroyar
Mikudagin 9. desember: Føroyar – Pólland

Dystirnir verða leiktir í Spodek Arena í Katowice, sum tekur 11.000 áskoðarar. Ein møgulig millumrunda verður eisini leikt í Katowice.

Talan er um spennandi lutakast fyri Føroyar og hava Føroyar ikki møtt nøkrum av hesum londunum áður. Til seinasta EM, í 2024, gjørdist Frakland nr. 4, Pólland nr. 9 og Ukraina nr. 23. Føroyar gjørdust nummar 17. Til seinasta HM, sum var í 2025, gjørdist Frakland nr. 3, Pólland nr. 11, meðan Føroyar gjørdust nr. 17. Ukraina vann seg ikki til HM-endaspælið.