Í dag var almenn fráfarðingarløta fyri Sørin S. Djurhuuus, nú hann legði frá sær eftir at hava verið í starvi innan tilbúgvingina hjá Eysturkommunu (og Gøtu Kommunu) í samfull 43 ár, harav 16 ár sum leiðari.
Eisini hevur Sørin 67 ára føðingardag júst í dag, nú hann velur at leggja frá sær.
Eysturoyarportalurin var framvið við myndatólinum og tók nakrar myndir av fráfarðingarløtuni sum var í Tilbúgvingarstøðin í Leirvík.
Deil á Facebook