Mynd: Savnsmynd / Gilli Brend í Hoyvík
Kelda: KVF
Vága Floghavn og løgreglan boða frá, at ein stór venjing er júst byrjað við Bíggjarvegin í Sørvági við luttøku av fleiri tilbúgvingarakførum, tyrlum og skipum.
Fólk verða biðin um at halda seg burtur frá venjingarøkinum, nú Vága Floghavn og løgreglan boðar frá, at ein stór venjing júst er byrjað við Bíggjarvegin í Sørvági.
Í fráboðanin stendur, at tað er nógvur roykur og nógv ferðsla við tilbúgvingarakførum, tyrlum og skipum.
Eisini verða fólk biðin um at vísa varsemi á vegastrekkinum frá Bíggjarvegnum niðan til Vatnsoyrar, har nógv ferðsla verður við akførum sum luttaka í venjingini.
Í samband við venjingina er Bíggjarvegurin stongdur á strekkinum frá Skúlavegi í Sørvági til Bíggjar í tíðarskeiðnum frá kl. 16.45 til 19.30, og meðan venjingin er í gongd, sigur also Vága Floghavn og løgreglan
Deil á Facebook