Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.01.2023 09:01

Forvitnislig søga av Selatrað – horvna ærin

Mynd: Eysturoyarportalurin

KVF hevði í morgun eina áhugaverda og forvitnisliga søgu av Selatrað, um eina ær hjá bóndanum Óla Djurhuus av Selatrað, sum hevði verið vekk í heili 2 ár, men beint undan jólanum kom hon brádliga afturíaftur.

Hvat er hent ærini er sera gátuført. Og leita tankarnir aftur til gamla føroyska huldutrúgv. KVF hevur tosa við bóndan Óla Djurhuus og fólkalívsfrøðingin Jóan Pauli Joensen um hendingina og um huldutrúgv.

Øll samrøðan hjá KVF kann hoyrast her:

https://kvf.fo/gmf?sid=150754

Óli Djurhuus, bóndi av Selatrað