Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.10.2022 08:41

Føroyskt sum annaðmál-útbúgving á Kambsdali aftaná heystfrítíðina

Mynd: Miðnámskúlin á Kambsdali

Undirvísingartilboð í føroyskum sum annaðmál fyri vaksnar tilflytarar í norðurøkinum í
Føroyum. Undirvísingin byrjar mánadagin 31. oktober 2022.

Tað er ein sannroynd, at tað í nógvum førum er tørvur á einum drúgvari undirvísingartilboði,
fyri at hjálpa tilflytara at ogna sær munagóðar førleikar í føroyskum máli, mentan og innlit í
samfelagslig viðurskifti.

Um nóg stór undirtøka verður fyri útbúgvingartilboðnum á Kambsdali, er ætlanin at byrja FSA undirvísing eftir heystfrítíðina. Undirvísingin verður staðsett á Miðnámi á Kambsdali/Klaksvík,
og øll áhugað hava møguleika at melda seg til. Ætlanin er at undirvísa fram til jóla og at taka
táttin uppaftur um mánaðarskiftið januar/februar 2023. Útbúgvingartilboðið er ætlað øllum
tilflytarum, sum hava møguleika fyri at fylgja undirvísing regluliga.

Undirvíst verður eftir námsætlanini Føroyskt sum annaðmál. Leinkja til námsætlanina sæst á: namsaetlanir.fo – Føroyskt sum annaðmál.

Tað er ókeypis at tekna seg til útbúgvingartilboðið. Næmingar skulu sjálvir rinda fyri undirvísingartilfar.

Tað ber longu nú til at melda seg til skeiðið, og skipað verður sum skjótast fyri almennari
kunning um skeiðið, sum byrjar 31. oktober 2022.

Til ber at melda seg til FSA útbúgvingina á Kambsdali við at venda sær til:

Óla Wolles: útbúgvingarleiðari á Kambsdali
tlf.: 610805 teldup.: olw@kambsdalur.fo

Erik Biskopstøð: Kvøldskúlaleiðari í Klaksvík
tlf.: 216501 teldup.: kvoldskuli@gmail.com

Hans Michael Mittún: Kvøldskúlaleiðari í Runavík
tlf.: 237133 teldup.: kurk@kurk.fo

Brynhild Petersen: Kvøldskúla samskipari í Fuglafirði
tlf.: 238010 teldup.: kvoldskuli@fuglafjordur.fo

Kvøldskúlaleiðari í Eysturkommunu
tlf.: 730022 teldup.: kvoldskulin@eystur.fo

Tá ið tilmeldingarumfarið er liðugt tann 15. oktober, verður farið undir at visitera
umsøkjararnar, og støða verður tikin til, nær á degnum tað er best at skemaleggja undirvísingina,
sum byrjar mánadagin 31. oktober 2022.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Helenu Dam á Neystabø, fulltrúa í Uttanríkis- og
mentamálaráðnum, Óla Wolles; deildarleiðara á Miðnámi á Kambsdali ella til
kvøldskúlaleiðsluna í Klaksvík, Fuglafirði, Runavík og Eysturkommunu.

Málbólkar
Familjusamanførd
Tað verða alsamt fleiri familjusamanførd í Føroyum. Hesin útbúgvingarmøguleiki vendir sær
beinleiðis til teirra, so at integratiónin kann eydnast so væl sum møguligt.

Ungdómur, sum ynskir at fara á miðnám, men sum tørvar málsligar fyritreytir til tess.
T.d. næmingar í 9. – 10. floks aldri og eldri, sum tørva betri førleikar í føroyskum fyri at fara á
miðnám. Fyri tey er hesin møguleika at tekna seg til eina FSA-útbúgving eitt gylt høvi.

Tilflytarar, sum ynskja varandi uppihaldsloyvi
Hugsað verður um borgarar, sum miða eftir at søkja um varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, og
um tilflytarar, sum fegin vilja gagnnýta ta útbúgving, sum tey hava fingið í sínum heimlandi.

Samfylgjandi tilflytarar
Føroyski arbeiðsmarknaðurin hevur tørv á útlendskari arbeiðsmegi. Hesi skulu vanliga arbeiða
40 tímar um vikuna, og hava tí ilt við at fylgja drúgvari undirvísing. Men hjá teirra samfylgjandi
familjulimum er hetta útbúgvingartilboð er ein góður integratiónsmøguleiki.

Soleiðis verður tað fyriskipað
Útbúgvingartilboðið verður skipað sum serstøk frítíðarundirvísing í føroyskum sum annaðmál,
eins og í Tórshavn, í Vágunum og í Suðuroy.
Skúlagongd verður fimm dagar um vikuna fýra tímar um dagin. Og miðað verður eftir at
næmingur kann melda seg til stigroynd eftir hvørja skeiðseind, sum tekur uml. 15-20 vikur.
Næmingur verður visiteraður, so at hann/hon byrjar sína útbúgving við støði í júst teimum
førleikum, sum hann/hon hava frammanundan.