Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.06.2024 13:54

Føroysk talgild koyrikort skulu kunna brúkast í Danmark

Tíðindaskriv

Eitt føroyskt talgilt koyrikort eigur at kunna brúkast í Danmark, eins og væl sum í Føroyum. Tí hevur Anna Falkenberg, fólkatingsumboð fyri Sambandsflokkin, vent sær til Thomas Danielsen, ferðslumálaráðharra, um at finna eina loysn á málinum.

– Føroyar og Danmark eru í sama ríki, og tí eigur eitt talgilt føroyskt koyrikort at kunna brúkast í Danmark, og eitt danskt talgilt koyrikort eigur at kunna brúkast í Føroyum. Hetta er ein markaforðing, sum skal fáast av vegnum ongantíð ov skjótt, sigur Anna Falkenberg.

Fólkatingskvinnan hevur fingið fleiri áheitanir frá fólki, sum eru ónøgd við, at tað ikki ber til at brúka eitt føroyskt talgilt koyrikort í Danmark. 

Ert tú búsitandi í Føroyum, og hevur eitt føroyskt koyrikort, so kanst tú brúka hetta í føroysku talgildu skipanini og hava koyrikoyrtið við tær á telefonini. Men føroyska skipanin er ikki góðkend í Danmark. 

Býrt tú í Danmark, kanst tú ikki brúka føroyska koyrikortið hjá tær í donsku talgildu skipanini. Bert donsk koyrikort eru góðkend. 

Anna Falkenberg hevur áður vent sær til Thomas Danielsen, ferðslumálaráðharra, um júst hendan spurningin. Enn er eingin loysn funnin, og tí hevur fólkatingskvinnan hjá Sambandsflokkinum biðið um ein fund við Thomas Danielsen fyri at fáa greiðu á, hvussu málið kann loysast.

Føroyska fólkatingskvinnan heldur, at danska stjórnin eigur at raðfesta markaforðingar hægri, og eitt mál sum hetta eigur ikki at vera so trupult at loysa. Hon hevur biðið um ein fund við ferðslumálaráðharran sum skjótast, so málið kann avgreiðast. 

– Hetta er mál, sum irriterar fólk, og eg haldi, at vit í Danmark og í Føroyum skulu gera meira burturúr fyri at fáa talgildu skipaninar í ríkinum at tosa betur saman. Loysa vit hetta málið, er ein markaforðing færri, sigur Anna Falkenberg. 

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.