Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.08.2023 10:01

Føroysk aliljós Iýsa í aliringum kring heimin

Mynd: Gro Aqua

Tíðindaskriv/Gro Aqua

Føroyska fyritøkan GroAqua, ið hevur høvuðssæti á Kambsdali, hevur rakt ein týðandi varða í søluni av føroysku tøkniloysnum ti1 altjóða marknaðin. Felagið hevur síðstu trý árini framleitt 3000 LED undirvatnsljós, sum lýsa í aliringum í Føroyum, Íslandi, Norra, Skotlandi og Kanada.

GroAqua hevur tikið seg nógv fram á altjóða marknaðinum seinastu árini, og útflutningurin av tøkniligum vørum, ið verða mentar á Kambsdali, er støðugt vaksandi. Sterktbygda 400 watt aliljósið, ið er ment til harðbalna føroyska veðurlagið, kom út á marknaðin fyri 3 árum síðan og hevur verið væl móttikið av alarum kring heimin.

Fyrra hálvár stóð sølan uttanfyri Føroyar fyri 73% av samlaða umsetninginum hjá GroAqua, og hetta væntast at verða áleið 75-80% av umsetninginum fyri alt árið.

— Hetta er ein týðandi varði á leiðini at gerast fremsti veitari av burðardyggum tøkniloysnum til altjóða alivinnuna, sigur Leif Johannesen, leiðari á menningardeildini hjá GroAqua. Hetta fevnir eitt nu um ljós, KT skipanir, kamera, sensorar og aðrar loysnir til alibrúk á bæði landi og sjógvi.

GroAqua leggur stóran dent á burðardygd og innovatión í sínum árligum íløgum innan vørumenning. Hvørt ár brúkar fyritøkan fleiri milliónir til menning av loysnum, sum hjálpa alarum við burðardyggari aling.

Undirvatnsljós hava stóran týdning fyri aling av laksi. Við at stýra ljósinum í einum aliringi ber til at útseta kynsbúning hjá laksi og harvið tryggja bestu góðsku á fiskinum.

GroAqua hevur høvuðssæti á Kambsdali umframt deildir í Skotlandi, Pólandi og í Danmark. 75 fólk starvast í samtakinum.

Meira kann lesast um virksemið hjá felagnum á nýggju heimasíðuni www.groaqua.to