Soleiðis sigur Sjálvstýri nú flokkurin skal hava landsfund og fyrilestur leygardagin 15. juni.
Landsfundurin hjá Sjálvstýri verður í skúlaheiminum á Glasi, leygardagin 15. juni klokkan 14. Klokkan 15:30 verður almennur fundur við fyrilestri og pallborðsfundi. Evni er avbjóðingarnar við ferðavinnuni í Føroyum.
Hendan dagin bjóða vit til ein spennandi og viðkomandi almennan fund, sum byrjar klokkan 15:30.
Við yvirskiriftini “Føroyingurin er ikki ferðamaður í egnum landi” fara vit at kjakast um avbjóðingarnar í ferðavinnuni í Føroyum, og hvussu vit best kunnu handfara tær.
Á almenna fundinum, sum verður eftir landsfundin hjá Sjálvstýrinum, fer Jógvan Hovshólm, leiðari í Faroeway Adventures, at halda fyrilestur um avbjóðingarnar í ferðavinnuni í Føroyum.
Eftir fyrilesturin verður pallborðsfundur við hesum luttakarum:
Jógvan Hovshólm, forstjóri í Faroeway Adventures
Magnus Gaard, rektari á Miðnámi í Vestanna
Theresa T. Kreutzmann, leiðari í Visit Norðoy
Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri
Kom og ver við!
Kom og hoyr hesar royndu serfrøðingarnar kjakast um, hvussu vit kunnu betra um og menna ferðavinnuna í Føroyum. Fundurin gevur eina gyltan møguleika at fáa innlit í týdningarmikil mál og luttaka í einum dynamiskum og upplýsandi kjaki.
Nær? Kl. 14:00: Landsfundur fyri limir.
Kl. 15:30: Almennur fundur um ferðavinnu
Hvar? Skúlaheimið á Glasi
Vit gleða okkum til at síggja teg til ein gevandi og læruríkan dag!
Sámal Petur í Grund
formaður Sjálvstýri.
Deil á Facebook