Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.04.2023 15:05

Føroyingur debut í Superligaen í dag

Mynd: Lyngby Boldklub

Í dag legðist afturat føroyskum leikarum sum hava leikt í donsku Superligaen.

Petur Knudsen, fekk í dag sínar fyrstu minuttir í bestu donsku deildini, tá hann var innskiftur í 77 minutti á MCH Arena, tá FC Midtjylland tók ímóti Lyngby BK. Dysturin endaði 1-0 til heimaliðið FC Midtjylland.