Mynd: Róðrrarsamband Føroya
Í morgin verður HM í inniróðri, og seks føroyskir rógvarir luttaka.
Wrich 2023 er í ár skipað sum ein hybrid kapping, tvs. at rógvarar rógva á staðnum og netborið.
Føroyar eru einasta norðurlenska landið, sum hevur rógvarar á staðnum, meðan Danmark, Noregi, Svøríki og Finland luttaka netborið. Í alt 2000 rógvarar frá 70 londum luttaka í kappingini.
Dagarnir uppundir kappingina hava føroysku rógvarnir vant seg til tíðarmunin á -5 tímar, tey hava vant og verið onkra útferð.
Í gjár vóru vit av fyrireikarunum av Wrich spurd, um vit kundu tosa við Haydn Watters, ið er ein ítrótta/rógving viðmerkjari og tíðindafólk frá CBC Listen. Hann hevur m.a. sendingina Here and Now fríggjadagar seinnapart frá kl. 15 til 17 lokala tíð, sum er frá kl. 20-22 føroyska tíð. Sendingin kann hoyrast á netinum ella á APP’ini CBC Listen – leita eftir Here and Now Toronto.
Hoyr samrøðurnar Haydn gjørdi við Elsu Magnussen, næstforkvinnu í RSF, Vár G. Hansen, rógvara og Saritu K. Hansen, rógvara og landsliðsvenjara.
Í dag fríggjadag hava vit verið og skrásett okkum og hava fingið rundvísing í Paramount Fine Foods Centre, har kappingin verður.
Kappingarnar vera vístar live á CBC Sports og stroymdar á CBC Gem og á YouTube kanalini hjá World Rowing – sí meir kunning her: https://worldrowing.com/2023/02/23/how-to-follow-2023-world-rowing-indoor-championships/
Leygardag verður kappast í 500 metrum:
Kl. 17.00 Føroyska tíð: Kvinnur 21-22 (U23W) Sára Maria Johansen (42)
Vár G. Hansen (43)
Kvinnur 21-22 lættvekt (U23LW): Zoe E. Dickson (50)
Kl. 20.06 Menn 17-18 (U19M) Mattias Durhuus (52)
Kl. 20.16 Kvinnur 23-39 lættvekt Sarita K. Hansen (1)
Elsa Magnussen (2)
Sunnudag verður kappast í 2000 metrum:
Kl. 15.08 Kvinnur 21-22 (U23W) Sára Maria Johansen (40)
Vár G. Hansen (44)
Kvinnur 21-22 lættvekt (U23LW): Zoe E. Dickson (58)
Kl. 20.17 Kvinnur 23-39 lættvekt Sarita K. Hansen (8)
Kl. 20.46 Menn 17-18 (U19M) Mattias Durhuus (7)
Sí meir um tíðir og luttakaralistar her:
https://wrichtoronto2023.ca/wp-content/uploads/2023/02/WRICH2023-Schedule.pdf
https://regatta.time-team.nl/wrich/2023/entries/events.php
Vit leggja myndir og úrslit út á okkara sosialu miðlar, meðan kappingin er.
Hópurin verður heima aftur í Føroyum týskvøldið kl. 19.20.
