Hondbóltssamband Føroya
A-landsliðið hjá monnum skal møta Norðurmakedonia í HM play-off dystunum í mai. Vinnarin yvir tveir dystir, ein úti og ein heima, kemur til HM-endaspælið í Danmark, Noreg og Kroatia.
Seinnapartin var lutakastið um hvørjum A-landsliðið hjá monnum skal møta í seinasta umfari av HM-undankappingini. Føroyar trektu Norðurmakedonia, sum heldur ikki komu víðari úr innleiðandi bólkaspælinum í EM-endaspælinum. Norðurmakedonia vann tó ein dyst, 29-27 móti Sveis. Fyrri dysturin millum Føroyar og Norðurmakedonia verður í Høllini á Hálsi miku- ella hósdagin 8/9. mai. Seinni dysturin verður í Norðurmakedonia leygar- ella sunnudagin 11/12. mai.
Samlaði vinnarin yvir teir tveir dystirnar kemur í HM-endaspælið, sum verður leikt í Danmark, Noreg og Kroatia í januar 2025.
Samlaða lutakastið sær soleiðis út:
Vinnarin Finnland/Litava – Ungarn
Vinnarin Belgia/Italia – Montenegro
Grikkaland – Niðurlond
Rumenia – Kekkia
Spania – Serbia
Føroyar – Norðurmakedonia
Slovenia – Sveis
Portugal – Bosnia Hersegovina
Ísland – Vinnarin Estland/Ukraina
Pólland – Vinnarin Slovakia/Ísrael
Georgia – Eysturríki
Harumframt luttaka í endaspælinum, vertslondini Danmark, Noreg og Kroatia. Hartil ovastu trý londini úr EM-endaspælinum, Frakland, Týskland og Svøríki.