Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.07.2023 17:03

Føroyameistaraheitið fór til Eysturkommunu

Mynd: Geytin vann ólavsøkuróðurin og gjørdist eisini føroyameistarar (Skíggjamynd)

Geytin hjá kappróðrarfelaganum Tindur í Eysturkommunu, gjørdist fyri løtu síðani føroyameistari í 5 MF dreingir 14-16 ár. Hetta er eisini fyrsta føroyameistarheitið hjá teimum í Eysturkommunu.

Ólvsøkuróðurin gjørdist ein sannur gysari fra byrjan til enda. Fyrst var róðurin blástur av, av tí at kappingarneytin, Sævarmoy úr Klaksvík, hekk eftir í startinum. Tá nýggi starturin so fór í gongd, var tað Sævarmoy sum tók leiðsluna beinanvegin og lá allatíðina fremst inntill tað manglaðu eini 150 metur. Tá tóku teir í Geytanum nøkur ótrúlig ódnartøk og vunnu á mállinjuni við ein lítlum stavni ein fantastiskan róður.

Tíðinar av róðrinum vóru hesar:

  1. Geytin: 04.48.24

2. Sævarmoy: 04.48.39