Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.01.2024 16:10

Føroya Óðalsfelag: Vit taka ikki undir við eini ognartøkulóg, sum gevur milliardum av fremmandafólki ókeypis atgongd

Mynd: Eysturoyarportalurin (savnsmynd)

Føroya Óðalsfelag hevur sagt tað ferð eftir ferð: Vit vilja gjarna verða við til at tryggja føroyingum frælsi, at fara ein túr í hagan.

Men vit fara ongantíð, og undir ongum umstøðum, at taka undir við eini ognartøkulóg, sum gevur milliardum av fremmandafólki ókeypis atgongd, til at oyðileggja Føroya náttúru, djóralív og landbúnað.

Hagin skal ikki gerast eitt spælipláss – hjá útlendingum.

Hagin er, og hevur altíð verið, náttúra og matjørð – hjá føroyingum.

Vit hava skyldu til at virða og verja okkara náttúru, frá eini óskipaðari ferðavinnu, sum er alt annað enn burðardygg.

Saman mugu vit sannføra politiska myndugleikan, um vanlukkuligu avleiðingarnar av hesum uppskotinum.

Lesið uppskotið (les her), og sendið tykkara viðmerkingar, umvegis messenger, ella á telduposti fo@mail.fo .

Stóra tøkk,

Føroya Óðalsfelag