Formula
Formula fegnast um at hava vunnið rammusáttmálan um veiting av teldum til almenna geiran, í kapping við føroyskar og útlendskar veitarar.
Rammusáttmálin er ein partur av innkeypsskipanini hjá Keypi Landsins og gevur almennum stovnum atgongd til góðskuteldur til kappingarførar prísir á keypsportal.fo
Hjá Formula síggja vit hetta sum eitt týðandi stig í okkara langsiktaðu strategi: at tryggja føroyskum kundum – bæði almennum og privatum – atgongd til dygdargóða KT-útgerð við so góðum treytum og prísum sum gjørligt.
– Vit eru sera fegin um úrslitið. Góð og álítandi KT-útgerð er ein fortreyt fyri einum vælvirkandi talgildum samfelagi. Við hesum rammusáttmálanum kunnu vit framhaldandi veita nútímans teldur, sum sameina góðsku, trygd og kappingarførar prísir, sigur Fróði Magnussen, stjóri á Formula.
Formula hevur í nógv ár arbeitt miðvíst við at veita føroyskum kundum dygdarloysnir frá heimsins fremstu framleiðarum. Málið er altíð at finna bestu javnvágina millum góðsku, tænastu og kostnað.
Vit takka Keypi Landsins fyri eitt væl skipað útboð og gleða okkum til at samstarva við almennar stovnar um at menna føroyska KT-undirstøðukervið komandi árini.