Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, váttar fyri Eysturoyarportalinum, at felagið hevur góðtikið tilboðið frá Grimsby Town sum er komið uppá Géza Dávid Turi.
Nú er tað upp til leikarar sjálvan og felagið at koma ásamt um persónligu viðurskiftini. Og sum skilst, so er hetta komið væl áleiðis.
Sostatt sær tað út til at Víkingur missur ein av týðandi leikarunum seinastu árini til enskan fótbólt innan stutta tíð.
Grimsby Town húsast í løtuni í League 2 og liggja á einum 9. plássi.