Hetta sigur formaðurin hjá Víkingi, Brandur Jacobsen, í kjalarvørrinum av at dysturin millum Víking og KÍ, sum upprunaliga skuldi leikast mánakvøldið 19. august í Sarpugerði, men sum nú ístaðin er settur at verða leiktur tann 25. september.
Upprunaliga vóru tvær mannagongdir (tvey scenario) send út frá Fótbóltssamband Føroya til Víking, undan Europa League dystinum millum KÍ og Borac Banja Luka.
- Um KÍ tapti samamlagt ímóti Borac Banja Luka, so skuldi dysturin, Víkingur -KÍ, leikast mánakvøldið 19. August.
- Men um KÍ vann og spældi seg víðari, so var dysturin, Víkingur- KÍ, útsettur til 25. september.
Men onkursvegna so valdi FSF, eftir at KÍ var útsligið síðsta hóskvøld, at senda triðju mannagongd (triðja scenario) út til Víking, har sagt var, at dysturin nú var útsettur til 25. september, hóast KÍ tapti.
“Eg haldi at hetta er sera vánaligt handfarið av Fótbóltsamband Føroya og Kappingarnevndini, og setur okkum í eina keðiliga støðu. Tað kann ikki koma sum eitt sjokk, at dysturin fór í longda leiktíð niðri í Bosnia.”
“Eg eri als ikki nøgdur við handfaringina av málinum og havi eisini gjørt vart við hetta á røttum stað. Vit er hvørki kunnað ella spurd eftir, men hava hildið okkum til tær báðar upprunaligu mannagondirnar (tvey scenario), sum blivu send okkum frá Fótbóltsambandinum.”
“Misskil meg ikki. Eg ynskji KÍ alt tað besta í teirra kappingum í evropeiskum fótbólti og vil at tað gongur teimum væl. Men tað sum eg ikki skilji, er, at vit í Víkingi, sum eru í eini harðari kapping við HB og KÍ um FM, skulu setast í eina verri støðu, orsakað av broytingum sum verða gjørdar í sambandi við evropeiskan dyst hjá øðrum felagið, í hesum føri KÍ”, sigur Brandur Jacobsen at enda við Eysturoyarportalin.
Deil á Facebook