Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.06.2023 12:59

Formaðurin hjá B68 mynstrar av

Mynd: Ian D. Jacobsen

-Eitt sera áhugavert og hendingarríkt tíðarskeið nærkast sínum enda. Soleiðis byrjar Ian D. Jacobsen, formaðurin hjá B68, á Facebook vanga sínum.

Mikudagin 23. august verður árligi eykaaðalfundurin hjá B68 og tá mynstrar Ian D. Jacobsen av sum B68 formaður.

-Hevði aldrin væntað at tað fór at fella mær í lut at blíva nevndur við navnið í fótbóltshøpið, men seinastu árini hevur tað næstan ikki verið dagur ella vika ímillum, at man hevur verið frammið í onkrum miðli í fótbóltshøpið.

-Hetta kemst sjálvandi av at B68 í fleiri ár hevur havt eina miðvísa ætlan um hvussu felagið aftur kann stabilisera seg í bestu deildini og gera sítt besta fyri at røkka toppinum í føroyskum fótbólti aftur. Hendan ætlan byrjaði á sumri 2019 tá Øssur Hansen tók við sum venjari og hon koyrir í sama blóma nú Jákup á Borg hevur tikið við.

-Vit hava fyri hvørt ár ota okkum eitt vet uppeftir og tað hav vit eisini aftur gjørt í ár. Eitt lítið fet í senn hevur allatíð verið málið og tí er hevur man eisini tikið og fevnt um teir lítlu sigrarnar ið eru kominr á leiðini.

-Eitt kappingarár ella eitt tíðarskeið byrjar og endar, men tað eru teir lítlu sigrarnir ið einum og hvørjum tíðarskeðið sum hava drivið verkið og gjørt hetta til eina so áhugaverda tíð og sum hevur víst okkum á framgongdina felagið er í.

-Tað er ymiskt hvussu fólk hyggja uppá framgongd, – sjálvur hyggji eg ofta eftir; nær kláraðu vit hetta seinast? og síðan gleðst um teir sigrarnar vit hava fingið ímun til fyrr og nú og framgongdina.

-Nakrir av smærri sigrunum sum eg havi gleðst yvir eru:

-Nær man vann HB í Gundadali seinast?

Hvussu nógv ár síðan var tað man vann NSÍ?

-Nær slóg man NSÍ út seinast í steypakappingini?

-Nær vann man B36 seinast?

-Nær hevur B68 havt 3 fylgjandi ár í bestu deildini seinast?

-Hevur okkara U21 lið nakrantíð verið í semifinaluni í steypakappingini áður?

-Nær var kvinnufótbóltur á Svangaskarði seinast?

-Nær hava vit seinast havt so nógv stig tíðliga árið sum nú?

-Nær var B68 í semifinaluni í steypakappingini seinast?

-Hetta eru bara nakrir fáir av smærru sigrunum á leiðini sum vit skulu taka til okkum, fyri at síggja at felagið er í stórari menning.

-Gamaní ynskja fleiri at menningin skal ganga skjótari, men menningin kann ikki ganga skjótari enn eitt vist og halda vit okkum til fleiri og fleiri smásigrar hvørt ár, so kemur hetta at bera á mál við tíðini.

-Vit kunnu eisini gleðast um, at vit hava hópin av ungum lokalum leikarum í menning ið eru nær við at kunna etablera seg í bestu liðum í landinum. Vit eru minsta kommuna í Betri deildini og tí hava vit ringastu fortreytir at hava egið tilfar, – men lutfalsliga hava vit nógv mest egið tilfar í bestaliðs hópinum í landinum.

-Bulurin byggjir uppá egið tilfar og styrkurin uttanífrá skal vera við til at hækkað støðið á lokalum leikarum eins og styrkurin skal eisini tryggjað, at vit hava 1. deild til ungu leikararirnar so vit kunnu tryggjað teimum menning á so høgum støðið sum gjørligt.

-Nú eykaaðalfundurin nærkast, fari eg at heita á so nógv sum gjørligt um at bjóðað seg fram at standa fyri felagnum tað næsta tíðarskeiðið og um ikki í nevnd, so bert geva til kennar, at man er sinnaður í at hjálpa felagnum við einar hond innímillum, – ein ella tvær tænastur um árið, at standa sum vakt, baka eina kaku, gera kaffi ella standa í kioskini til ein ella tveir dystir um árið hjálpir felagnum nógv meira enn tit kundu roknað við. Felagið hevur brúk fyri so nógvum hendrum sum gjørligt og vit eiga øll felagið og skal felagið mennast, hevur tað stóran týdning at tað eru so nógvar hendur um felagið sum gjørligt. Tað er bert við tykkara hjálp, at felagið kann koyra víðari og vit framhaldandi kunnu spæla har tað er stuttligt at spæla og betra okkum. At standa saman um felagið er skjótasti vegur at vinna okkum góð úrslit.

-Umframt teir lítlu sigrarnar so hava tað fyri meg verið nógvar minniligar løtur, m.a. tá 150 toftafólk fóru við Smyrli ein mánadag at hyggja eftir B68 og tóku øll stigini við heimaftur. Comeback’ið vesturi í Sørvági. Skriviborðssigurin ímóti B36 og kendu orðini hjá Eyðun Thorgeirsson eftirfylgjani: “B68 vinnur altíð í Havn, um tað er í Gundadalið, Tórsvølli ella á skriviborðinum, tað er líkamikið!” Tá høvdu vit júst vunnið á HB á Tósvølli og AB í Gundadali. Løtan tá vit skrivaðu undir við Jákup á Borg frammanfyri fleiri av kappingarneytunum og ikki minst løtan við Løkin tá vit blivu “Føroyameistarar” við Løkin næstseinasta umfar í fjør og gjørdu tað ónda ímóti arvafíggjindunum.

-Nú hesar løturnar og smásigrarnir fara at fækkast mína vegna, standa nógvar løtur og smásigrar fyri framman hjá teimum ið taka við kunnu droyma um. Tí lutfalsliga standa vit betur fyri í ár enn nógv ár í landskappingini og í steypakappingini eru vit í semifinaluni og kunnu droyma um eina finalu sum bert er hent einaferð áður í góð 60 ára søgu felagsins.

-Standið saman um felagið so vit røkka teimum seinastu fetunum!

-Sjálvt um mín leiklutur í nevndini er komin at enda, ætli eg mær framvegis buldra bóltarnar í trýkantin fyri Oldboys 35+ komandi árini áðrenn Oldboys 45+ kemur at standa fyri skotum um stutta tíð.

Soleiðis endar Ian D. Jacobsen sítt Facebook uppslag, sum nú skjótt fyrrverandi formaður hjá B68.

Eykaaðalfundin hjá B68, sí leinkju:

https://www.facebook.com/tofta.itrottarfelag/posts/721862499949939