Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.06.2026 22:52

Forkunnug framsýning í Leirvík – komandi vikuskiftið og alt summarið

Eysturkommuna

Fríggjadagin 5. juni letur ein heilt óvanlig framsýning upp í Gamla skúla í Leirvík. Talan er um framsýning, ið tekur støði í tí útgrevstrinum, ið fór fram á Toftanesi summurini frá 1982 til 1987. Í samband við henda útgrevstur vóru umleið 3000 lutir funnir, og onkrir teirra verða nú vístir fram.

At hesir lutir verða at síggja uttan fyri Havnina er heilt serligt. Hóast fornfrøðiligir lutir verða funnir kring alt landið, og í hesum føri í Leirvík, verða teir aloftast lagdir á goymslu, ella um talan er um ein heilt serligan lut, vístir fram á Tjóðsavninum. Soleiðis er tað bæði fyrstu ferð, at fleiri av hesum lutum eru aftur í Leirvík aftan á 40 ár og fyrstu ferð, at fleiri av hesum lutum nakrantíð verða vístir fram.

Útgrevsturin avdúkaði ein bóndagarð, eitt langhús, frá umleið ár 900, við trimum úthúsum, ið enn sæst í lendinum, um ein vitjar toftirnar á Toftanesi.

Setan av framsýning og familjudagar

Fríggjadagin kl. 15 verður setan av framsýningini, har m.a røður verða hildnar og gott til góman verður at fáa.

Eisini verður serskilt høvi hetta vikuskiftið at ogna sær eina eftirgerð av brosjuni, ið funnin varð á Toftanesi. Brosjan er 26 mm í tvørmáti, úr bronsu, og gjørd í Borre-sniði.
Tað er gullsmiður Ghita Ring, Gitastova.fo, ið hevur gjørt eftirgerðina.

Í samband við, at framsýningin letur upp, verður skipað fyri ókeypis familjudøgum aftur í víkingatíð. Her koma víkingar at skipa fyri aktivitetum og spølum, ið kunnu setast í samband við framsýningina.
Harumframt verður skipað fyri gongutúrum oman á Toftanes saman við heimildarfólki.

Opið verður:

  • Fríggjadagin: Kl. 15-20
  • Leygardagin: Kl. 10-17
  • Sunnudagin: Kl. 13-17

Framsýningin heldur fram alt summarið

Framsýningin verður opin hvørt vikuskifti frá 5. juni til og við 27. september og opið verður soleiðis:

Opið verður:

  • Leygardagar: Kl. 10-17
  • Sunnudagar: Kl. 13-17

Tað er ókeypis at vitja framsýningina, og øll eru hjartaliga vælkomin.  

Gamli skúli
Sporamørk 24, Leirvík
Eysturkommuna

Skráin sæst niðanfyri:

3

4

5

497bba2e-76e0-44d2-a415-b3e8c9311b71

a28fdcc0-822f-414d-b538-dc346e9f8ee9

9

4