Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.09.2022 09:32

Fólkatalið farið uppum 800 – Eiðis kommuna

Mynd: Eiðis kommuna

Fólkatalið í Eiðis kommunu hevur verið støðugt vaksandi í longri tíð. Seinastu fimm árini er fólkatalið vaksið við fleiri enn 100 íbúgvum, soleiðis at í dag búgva 810 fólk í kommununi. Ongantíð áður hava so nógv fólk búð í kommununi.

Um aldarskiftið búðu sløk 700 fólk í Eiðis kommunu. So minkaði talið nakað, og í 2010, tá ið tað var lægst, var talan um 659 fólk.

Síðan 2010 hevur tað gingið rættan vegin. Farna ár (2021) vaks fólkatalið við fleiri enn 30 fólkum.

Fólkasamansetingin av íbúgvum er fjøltáttað. Hetta sæðst aftur í teimum mongu tjóðskapunum, ið eru umboðaðir í kommununi. Teir eru um tjúgu í talið.