Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.11.2023 10:17

FM í talvi í Stranda skúla

FM fyri gentur 2023 

Sunnudagin 19. november verður spennandi talvkapping í Stranda skúla. Hetta er FM fyri gentur 2023.

Kappingin verður skipað sum ein kapping, tó, umframt føroyameistaraheitið, verður eisini kappast um at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið 2024 fyri gentur í trimum ymiskum aldursbólkum. Talvsambandið vónar at kunna senda tvær gentur í hvørjum aldursbólki avstað at umboða Føroyar. Hvar NM fyri gentur 2024 verður, verður kunngjørt seinni.

Aldursbólkarnir til NM eru hesir:

Bólkur A U20: Føddar í 2003-2006

Bólkur B U16: Føddar í 2007-2008

Bólkur C U14: Føddar í 2009- og yngri


FM fyri gentur var fyri fyrstu ferð í mong ár fyriskipað aftur í 2022 – hettar í eini roynd at eggja fleiri gentum til at telva. Tá vóru 14 gentur við í kappingini. Í 2023 luttóku tvær av hesum gentunum í NM í Svørríki í U14 bólkinum. Hesar vóru Natasja Mørkøre av Eiði og Lisa J. Xin úr Havn. Tað var eitt sera stuttligt upplivilsi.

Skrá – FM fyri gentur 2023:
kl. 13:00 – Vælkomin
kl. 13:15 – Talv 1
kl. 13:45 – Talv 2
kl. 14:15 – Talv 3
kl. 14:45 – Støðgur
kl. 15:15 – Talv 4
kl. 15:45 – Talv 5
kl. 16:15 – Talv 6
kl. 16:45 – Talv 7
kl. 17:30 – Handan og máltíð

Tilmelding:
Til ber at melda til FM fyri gentur 2023 við at skriva til kappingarleidarin@faroechess.com. Viðmerkjast skal navn og føðingardagur hjá luttakara. Freistin at tekna seg er fríggjadagin 17. november.